Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Viðvíkjandi álitinum “Heildarætlan fyri heilsutænastur í Norðurøkinum”

Nú meiri enn drúgt ár er liðið, síðani álitið “Heildarætlan fyri heilsutænastur í Norðurøkinum” varð lagt fram fyri Klaksvíkar Býráð, heita Fólkaflokkurin og Tjóðveldi í Klaksvíkar Býráð á býráðsleiðsluna, um at leggja álitið fyri til politiska viðgerð.

Nógv kjak stóðst av avgerðini hjá borgarstjóranum at flyta Læknamiðstøðina, sum kommunan varðar av, í bygningin hjá Norðoya Ellis- og Røktarheimi, ið landið varðar av. Hóast henda ætlan sýnist slept, so hevur álitið fleiri onnur góð og áhugaverd punkt, ið býráðið eigur at viðgera.

Heildarætlanin er úrslit av umfatandi arbeiði, ið umboð fyri Klaksvíkar Kommunu og Klaksvíkar Sjúkrahús, saman við uttanhýsis ráðgeva, stóðu fyri, tí eiga vit sum politikarar at gjøgnumganga, viðgera og koma til eina niðurstøðu, hvørji punkt í ætlanini arbeitt skal verða víðari við.

Vónandi verður hetta lagt fyri skjótast tilber.

vegna Fólkaflokkin
Gunvá við Keldu
Atli S. Justinussen
Beinir Johannesen
Herfrí J. Sørensen

vegna Tjóðveldi
Steinbjørn O. Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo