Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Innlendis ítróttur

Eingin útskiftari hevur skotið mál fyri Føroyar, síðan Arnbjørn Hansen varð skiftur inn í dystinum ímóti Írlandi á Tórsvølli í 2012.

Hann minkaði tá um munin til 1-2 í dystinum, sum Írland vann 4-1.

Sambært Art Eftekhari, sum skrivar um føroyska A-landsliðið hjá monnum fyri Local.fo, so er tað av stórum týdningi fyri landsliðið, nú tað skal í eldin ímóti Malta um minni enn tvær vikur, at tað hevur vandamiklar leikarar at seta inn, sum kunnu skjóta mál.

Herundir nevnir hann ítøkiliga Jákup Thomsen frá íslendska FH sum dømi um ein, ið hevði verið góður at sett inn. 

Art vísir á, at Føroyar hevur tað, sum skal til fyri at vinna dystin ímóti Malta:

- Vit líta øll á, at Lars Olsen (landsliðsvenjari hjá Føroyum) fer at gera sítt heimaarbeiði til lítar. Men tá tað er sagt, so er tað umráðandi fyri Føroyar at finna ein super útskiftara (super sub), sum kann koma inn og avgera dystin.

- Lars Olsen hevur gjørt tað framúr fyri Føroyar, og ein meiriluti av teimum, sum byrja inni hjá Føroyum, spæla uttanfyri landoddarnar, men tú kemur langt við at finna eina kanin í hattinum, og tað hevði verið skilagott av Lars Olsen at skift Jákup Thomsen inn í seinna hálvleiki, sigur Art.

Hann leggur aftrat, at Lars Olsen eigur at byrja við Klæmint Olsen í álopinum fyri at leggja trýst á maltesisku miðverjarnar og síðan skifta ein frískan Jákup Thomsen inn í seinna hálvleiki.

Dysturin ímóti Malta verður leiktur í Malta leygarkvøldið 23. mars. Tríggjar dagar seinni skal føroyska landsliðið aftur í eldin, tá ímóti Rumenia í Cluj.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo