Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Kommunistiska kollveltingin í Russlandi var í 1917. Hon byrjaði í Petrograd. Russland fekk tá eina skipan, sum eingi onnur lond brúktu.

Í løtuni óttast okkara høvuðsvinna, at hon verður kollvelt akkurát 100 ár eftir russisku kollveltingina. Og vinnan verður løgd undir karmar, sum eingi onnur lond brúka.

Bæði reiðarar og fiskimenn heita á landsstýrið um at steðga á við kollveltingini. Tikið verður á ongan hátt undir við uppskotinum, sum landsstýrið sendi út til almenna hoyring herfyri.

Bæði reiðarar og fiskimenn mótmæla, at landsstýrið ætlar at luta út fiskirættindi umvegis uppboðssølu. Einki annað land í heiminum brúkar henda leist.

Í bestu senditíð í gjárkvøldið í Kringvarpinum greinaðu tríggir fyrrverandi politikarar spentu politisku støðuna nú fiskivinnan skal kollveltast.

Mesta av kjakinum snúði seg um snildirnar og treiskni hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum teir meintu fór at eydnast við at trumfa sína skipan ígjøgnum.

Ein av politikarunum fór so langt sum at siga, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði fingið aktørarnar at góðtaka uppboðssølu sum skipan.

Henda útsøgn var tó ikki nóg edrúilig og sjónvarpsverturin mátti rætta viðkomandi.

Spenningur er um reyður roykur sæst á Tvøroyri í dag ella um vit fáa nýval.

Livst, so spyrst.

Stúrin fiskimaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo