Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Krutl

Í gjár fylti skaldið Carl Jóhan Jensen 60 ár, og í dag, fyrsta sunnudag í advent, legði forlagið Sprotin fram nýggju skaldsøguna hjá Carl Jóhan, SÆR ein fuglabók av gloymsku, sum telur 385 blaðsíður.

Betri enn hesa SÆR føroyski bókmentaheimurin ikki í ár, lovar skaldið á heimasíðuni hjá Sprotanum, sum dugir so framúr væl at skipa fyri bókaframløgum undir heitinum Orð og tónar í Reinsarínum í mentanargøtuni í miðbýnum í Havn.

- Eitt eykanummar við hugstimbrandi røðum, tónleiki og løgi. Vit bjóða í føðingardag og til framløgudag í einum sveipi, segði Sjúrður juul Ravnsfjall.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo