Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Politikkur

Í Týsklandi hava kristiligu demokratisku flokkarnir CDU/CSU fingið flest atkvøður á valinum til nýtt ES-parlament, meðan flokkurin Tey Grønu hevur havt stóra framgongd og lagt seg framum Socialdemokratiska flokkin SPD.

Tað vísa fyrstu prognosurnar hjá kringvørpunum ARD og ZDF.

Tagesschaus exitpoll:

CDU+CSU: 28 % 

Tey Grønu: 22%

SPD: 15,6% 

AfD: 10,5 %

ZDF’s exitpoll:

CDU+CSU: 27,5 %

Tey Grønu: 20,8 %

SPD: 16,6 % 

AfD: 10,6 %

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo