Best muna teir sannleikar, maður sigur sær sjálvum
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Síðstu sesong var Stamford Bridge ein skansi, og Burnley hevði ikki stórar møguleikar á útvølli, men tann tíðin er farin, tóat Burnley var um at sløsa sigurin burtur við tveimum leikarum fleiri enn Chelsea.

Fyrri hálvleikur endaði 3-0 til Burnley, men Chelsea spældi seg spakuliga inn í dystin í seinna hálvleiki og fekk fyrra málið við nýggja áleyparanum Morata. David Luiz bukaði løtu seinni bóltin í netið til 2 - 3, sum gjørdist endaliga úrslitið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo