Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Útlendis ítróttur

Komandi Chelsea-venjarin Antonio Conte er fríkendur í einum máli, har hann var ákærdur fyri ikki at hava fráboðað kampfiksing.

Tað skrivar norski miðilin Aftenposten.

Tann 46 ára gamli venjarin var í síni tíð útihýstur frá øllum fótbólti í tíggju mánaðir fyri ikki at hava boðað frá kampfiksing sum hann segðist vita um sum venjari í Siena.

Revsingin var síðani stytt til fýra mánaðir, men ein dómari í Cremona ætlaði at fongsla venjaran í seks mánaðir. Dómarin fekk ikki viðhald, og Conte varð fríkendur tá málið kom fyri við dómstólin í Cremona.

Tað var Serie B-dysturin millum Siena og Albinoleffe 29. mai 2011 sum skapti trupulleikar fyri Conte.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo