Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Tónleikur

Leygarkvøldið hevur Chris Norman sína fyrstu konsert í Føroyum – og hann gleðir seg.

Chris Norman var sangari í bólkinum Smokie, tá ið teir í 1970'unum fingu gjøgnumbrot og hitt við sangum sum »Living Next Door To Alice«, »Needles and Pins«, »Mexican Girls« og »For A Few Dollars More«. Hetta vóru stórtíðir hjá Smokie, sum eisini hava verið sera nógv spældir her í Føroyum.

Í 1978 fekk Chris Norman risahitt við sanginum »Stumbin' In«, sum var duett við Suzi Quatro, og miðskeiðis í 1980'unum fór hann at geva tónleik út sum solistur. Síðani hevur Chris Norman verið sera virkin við útgávum, konsertum og sum sangskrivari.

Smokie-sangirnir eru partur av føroysku tilvitskuni, og tað hevur verið sjón fyri søgn, tá ið bólkurin hevur vitjað her. Smokie spældi á Summar Festivalinum í 2008, og tá var sera nógv fólk til konsertina.

Nú kemur Chris Norman, sum var upprunaligi sangarin í Smokie, fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla. Hann hevur egnan bólk við, og hann fer at spæla eitt bland av Smokie-hittum og sangum av soloútgávum.

– Eg gleði meg at koma til Føroya at spæla. Vit síggjast í Klaksvík, sigur Chris Norman í heilsanini omanfyri.

Chris Norman spælir á Summar Festivalinum leygarkvøldið kl. 21:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo