Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Krutl

Bretska modellin, Christine Keeler, er deyð, 75 ára gomul.

Hon bleiv kend í sonevndu Profumo-gøluni, sum skakaði alt Bretland í 1963, tá hon um somu tíð undir kalda krígnum hevði samband við bretska ráðharran John Profumo og ein russiskan sendiharra.

Myndin av naknu Keeler á einum køksstóli er ein hin kendasta úr sekstiárunum.

The Guardian hevur savnað eina røð av myndum, nú hon andaðist.

Í 1989 varð filmurin ”Scandal” gjørdur um Profumo-gæluna. Tá spældi Joanne Whalley leiklutin sum Christine Keeler.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo