Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Cider er nú aftur javntstillað við bjór, tá tað kemur til innflutning av rúsdrekka hjá ferðandi.

Hetta framgongur í kunngerð frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum tann 3. oktober 2018.

Í kunngerðini stendur millum annað, at "Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum koma til landið við skipi ella flogfari, kunnu taka við sær til egna nýtslu...10 litrar av øli ella cider."

Frammanundan hesari broytingini varð cider ikki nevnt í ásetingini - einans øl.

Tað var undir táverandi vinnumálaráðharranum Jóhan Dahl, at cider varð tikið av listanum í 2011, men nú er cider so aftur at finna á listanum yvir, hvat er loyviligt at flyta inn til Føroya. 

Í aðrar mátar hevur ein eisini loyvi at innflyta tríggjar litrar av rúsdrekka frá 22 og til og við 60 rúm- prosentum av alkoholi og níggju litrar av víni ella øðrum rúsdrekka við í mesta lagi 22 rúmprosentum av alkoholi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo