Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Tað er av sonnum stong inn - og ikki stong út - hjá Manchester City í ársins útgávu av Premier League.

Sunnudagin var felagið í trupulleikum á útivølli ímóti Huddersfield, men kom væl burtur úr teimum við einum máli frá Raheem Sterling í 84. minutti, og í kvøld var mín sann aftur sama skilið.

Manchester City var um reppið at missa tvey stig í kvøld, men tá alt kom til alt, vann liðið vann 2-1 á heimavølli ímóti Southampton.

Leingi stóð 1-1 á máltalvuni, men í evstu løtu - í 95. minutti - setti Raheem Sterling - ja, enn einaferð hann - bóltin í kassan við einum avbera vøkrum máli.

City hevur nú vunnið 13 av 14 Premier League dystum og liggur enn á einum tryggum 1. plássi, nú við 40 stigum - t.e. átta stig fleiri enn United á 2. plássinum.

Hvussu kann City ikki vinna Premier League í ár?

City legði seg á odda í dystinum í kvøld við einum sjálvmáli frá Virgil Van Dijk í 47. minutti, meðan Southampton javnaði í 75. minutti við einum máli frá Oriel Romeu.

1-1 sá leingi út til at gerast endaliga úrslitið, men City vildi tað øðrvísi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo