Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Manchester City eru, sum flestøll fótbóltsáhugað eftirhondini hava fingið við, sera høgtflúgvandi fyri tíðina. 

Í dag gekk City maskinan so út yvir neyðars Burnley, sum mátti leggja rygg til ein 4-1 ósigur á Etihad í FA Cup.

Burnley legði seg annars á odda 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan, men í seinra hálvleiki gjørdi City bart og leikti seg lættliga víðari til 4. umfar í ársins útgávu av FA Cup.

Man City-Burnley 4-1 (0-1)
0-1: Ashley Barnes, 25
1-1: Sergio Aguero, 56
2-1: Sergio Aguero, 58
3-1: Leroy Sané, 71
4-1: Bernardo Silva, 82

Mest óvæntaða úrslitið í FA Cup í dag var helst - sæð burtur frá Leicester javnleikinum ímóti Fleetwood Town -, at Stoke City tapti 2-1 á útivølli ímóti Coventry City úr League Two.

Harvið er Stoke sligið út úr kappingini, og venjarin Mark Hughes, sum hevur verið í felagnum líka síðan 2013, má sigast at hanga í einum heldur klønum tráði, eftir at tað ikki hevur hilnast so væl hjá Stoke higartil í ár.

Stoke City liggur í løtuni á einum 18. plássi í Premier League.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo