Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Skúli

Yvir 200 føroysk børn kappaðust við robottum og burðardyggum verkætlanum á størstu FIRST LEGO League kappingini, sum nakrantíð er hildin í Føroyum.

Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti stevnuna, sum í ár varð hildin á skúlanum á Argjahamri fyri at geva rúm fyri stóru mongdini av luttakarum í ár.

Tey stóru kappingarborðini til robottkoyringar stóðu í høllini saman við básunum, har hvørt einstakt lið lýsti verkætlan sína fyri almenninginum.

Kappingin allan dagin fór fram í fleiri pørtum. Tey skuldu kappast við programmeraðum robottum á einum bana, og síðan hitta fleiri dómaralið, har tey løgdy fram verkætlan um býarplanlegging, lýstu tær tøkniligu loysnirnar í robottinum, lýstu marknaðarføring av hugskotum teirra og ikki minst lýstu sjálva arbeiðsgongdina og hvussu tey fylgdu kjarnuvirðum.

Lego Panda úr Skúlanum á Fløtum og Leco úr Eysturskúlanum vunnu 1. og 2. virðisløn fyri verkætlan. 1. og 2. virðislønin fyri bestu tøknina á legorobottunum fóru til JoMineons úr Eysturskúlanum og Byggifrøðingarnar úr Skála skúla.

Liðini, sum skipaðu góða marknaðarføring og vunnu 1. og 2. virðisløn fyri marknaðarføring vóru Leco úr Eysturskúlanum og Blue Berries úr Skúlanum á Fløtum.

City Masters úr Sands skúla høvdu gjørt nakað heilt serligt burturúr at arbeiða við kjarnuvirðum, sum samstarv í liðnum, virðing fyri hvør øðrum, skipan av arbeiðinum og vinalagi á liðnum. Tey vunnu virðislønina fyri kjarnuvirðir.

Kappingin varð stroymað á youtube, so fólk um alt landið saman við hópi av áskoðarum kundu fylgja við, hvussu liðini loystu avbjóðingarnar á banunum við programmeraðu robottunum. Sum dagurin leið vaks spenningurin um, hvør av liðunum fóru at klára seg best við robotkoyringunum. Í endaligu finaluni vunnu JoMinions á City Masters, og hervið fingu hesi lið 1. og 2. virðislønirnar fyri robottkoyring.

Tað liðið, sum samanlagt kláraði seg best í allari kappingini, og sum tí gjørdist føroyameistari í FIRST LEGO League 2019 var City Masters úr Sands skúla. Tey fara nú víðari til Tróndheimi tann 30. november, tá yvir 50 vinnandi úr Norra, Danmark og Svøríki fara at kappast í Skandinavisku finaluni.

Fleiri upplýsingar um FIRST LEGO League

-    Kunnleikakapping fyri børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár

-    Kappingarnar hava verið hildnar í Føroyum síðan 2006

-    Kappingarnar hava verið hildnar í Skandinavia síðan 2000

-    FIRST LEGO League er ein av heimsins størstu kappingum fyri ung. Árliga luttaka yvir 290.000 ung í 35.500 liðum á næstan 1500 stevnum í 94 londum kring allan heim.

-    Endamálið við kappingini er at stimbra hugin hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði og stimbra áhuga teirra at gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar.

-    Tey ungu læra í verki kjarnavirðini í Gracious Professionalism

-    Føroya Tele er partnari í FIRST LEGO League Føroyar

-    Fleiri upplýsingar um FIRST LEGO League kappingina fáast á hjernekraft.org og www.firstlegoleague.org

-    Føroyska FIRST LEGO League er á Facebook: FIRST LEGO League Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo