Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Fólkakæri bretski sjónleikarin Clive Swift, sum er kanska best kendur sum Richard Bucket frá bretsku sjónvarpsrøðini "Keeping up Appearances" (Fínt skal tað vera), andaðist í dag 82 ára gamal.

Hetta skriva fleiri enskir miðlar, harímillum BBC.

Sambært talsmanni hansara doyði hann heima hjá sær sjálvum eftir eina stutta sjúkralegu. Hansara nærmastu vóru rundan um hann, tá hann doyði.

Clive Swift spældi við í "Keeping up Appearances" í seks ár saman við Dame Patricia Routledge - betur kend her á leiðum sum Hyacinth Bucket (Bouquet). Hendan sjónvarpsrøðin vardi frá 1990 til 1995.

Swift spældi eisini við í fleiri øðrum sjónvarpsrøðum, harímillum "Peak Practice", "Born and Bred" og "The Old Guys". Harumframt spældi hann við í nógvum filmum, m.a. Frenzy, sum Alfred Hitchcock leikstjórnaði, frá 1972 og Excalibur frá 1981.

Hann átti trý børn saman við fyrrverandi konu sínari, skribentinum Margaret Drabble.

Swidt, sum fekk sítt gjøgnumbrot sum sjónleikari í 1960-unum, varð føddur í Liverpool tann 9. februar 1936.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo