Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Ein video visur fleiri dreingir sum ætla sær at súkkla. Teir eru glaðir. Men teir ætla sær at mótmæla. Fremstur stendur Murtaja Qureiris, skrivar NRK.

Videoin var tikin upp í 2011 í einum býi har eysturi í Saudi-Arabia, og er nú almannakunngjørd av CNN.

Tíggju ára gamli Murtaja skal hava brúkt eina megafon til at rópa krøv um mannarættindi við. Myndugleikarnir siga at hetta førdi til eina harðliga demonstrasjón, men aktivistar sum vóru við siga við CNN at tað er ikki satt.

Trý ár eftir súkkludemonstrasjónina, í september 2014, var Murtaja Qureiris handtikin tá ið hann og familjan skuldu koyra yvir eina brúgv úr Saudi-Arabia til Bahrain.

Síðani hevur hann sitið í fongsli, skrivar NRK.

Bæði CNN og Amnesty International siga seg hava fingið váttað, at ákæruvaldið í Saudi-Arabia krevur harðastu revsing hjá einaræðisstýrinum – deyðarevsing – fyri Murtaja Qureiris.

Tað merkir krossfesting ella partering eftir avrættingina.

Myndiugleikarni í Saudi-Arabia hava ikki svarað áheitanum frá CNN um hetta málið, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo