- Eg gloymi aldri eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Fyrrverandi ovastin fyri amerikansku fregnartænastuni FBI sigur í samrøðu við amerikanskar miðlar, at hann heldur Russland møguliga hevur so mikið tyngjandi tilfar um amerikanska forsetan, Donald Trump, at Trump í veruleikanum ræðist fyri at hetta kann verða brúkt ímóti sær.

James Comey sigur eisini í samrøðuni, at Donald Trump hevur so vánaligan moral, at hann í veruleikanum ikki er egnaður at vera forseti í USA. Hann livir ikki upp til vanlig amerikansk virði, til dømis at siga sannleikan, sigur Comey millum annað í samrøðuni.

Donald Trump koyrdi James Comey frá sum ovasta fyri FBI í mai í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo