Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tað sær svart út.

Flestu granskarar eru samdir um, at málini frá COP fundinum í París í 2015, um at heimurin ikki skal hitna meira enn 1,5 stig fram til 2030, fara ikki at halda.

Kortini er tað framvegis eitt av málunum, nú heimsins lond aftur hittast, hesaferð í Madrid, til sonevnda COP25 veðurlagsfundin, sum er í døgunum frá 2. til 13. desember.

Eitt av málunum er eisini at útvega 100 milliardir dollarar til næsta ár. Pengarnir skulu brúkast til at tillaga og minka útlát av veðurlagsgassum á ymsan hátt.

Eisini skal ein vanlukkugrunnur setast á stovn, og stovnsfæið skal vera 50 milliardir dollarar.

Eitt annað, sum londini skulu royna at fáa uppá pláss, er, hvussu forast kann fyri, at lond so ella so gjøgnum kringlutar marknaðarmekanismur "útflyta" síni útlát.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo