Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Eitt Boeing 787 hjá Norwegian fekk trupulleikar stutt eftir fráferð úr Róm í gjár.

Gløðandi metalstykkir duttu niður undan flogfarinum áðrenn tað trygdarlendi.

Norwegian-flogfarið fekk trupulleikar við øðrum motorinum, skrivar VG.

Sambært Corriere duttu metalstykkini undan flogfarinum og raktu bæði bilar og húsatekjur. Metalstykkini vóru um 5–10 centimetrar stór.

La Repubblica skrivar at 25 bilar og 12 húsatekjur vóru rakt. Avísin hevur fleiri myndir.

Corriere skrivar eisini at ein persónur fekk minni brunaskaða eftir at eitt metalstykki rakti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo