Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Costa er ein meistari at øsa mótstøðumenn upp til varg, og so at spæla tann mest óseki aftaná.

Á hesi myndini hevur hann hendurnar uppi í andlitinum á Koscielny tvær ferðir og fær einki fyri tað. Triðu ferð slær hann Koscielny í andlitið, sum eigur at geva beinleiðis reytt kort. Men ikki til Costa.

Stutt eftir bresta Costa og Gabriel saman, og tá ið Gabriel taklar Costa, fær hann reytt kort og má av vøllinum.

Í seinna hálvleiki av dystinum millum Chelsea og Arsenal, hevur Arsenal 10 mans.

Chelsea vann 2-0 á Arsenal, sum at enda spældi við 9 monnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo