Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Útlendis ítróttur

Philippe Coutinho gjørdist triðidýrasti leikarin í heiminum tá ið hann í januar fór úr Liverpool til Barcelona, og í kvøld gjørdist eitt gott kvøld hjá 25 ára gamla leikaranum.

Leiktir vóru 50 minuttir, tá ið hann fekk bóltin frá sínum gamla Liverpool-vini Luis Suárez, og tryggjaði Barcelona finalupláss í steypakappingini Copa del Rey, har Sevilla bíðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo