Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Tann 68 ára gamli niðurlendingurin var at síggja alment í gjár fyri fyrstu ferð eftir at tað frættist um sjúkuna.

Cruyff greiddi frá at hann longu hevur verið til fyrstu kyknueitursviðgerðina, skrivar NTB.

– Eg kendi meg væl eftir fyrstu viðgerðina. Tað var eingin trupulleiki. Eg meti kyknueitrið sum mín vin, sum er har fyri at drepa krabbameinið, segði fyrrverandi Barcelona- og Ajax-leikarin.

Johan Cruyff hevur eisini verið venjari í mong ár, millum annað hjá FC Barcelona, har hann verður mettur sum ein legenda.

Cruyff verður mettur at vera ein av heimsins bestu fótbóltsleikarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo