Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Útlendis ítróttur

Crystal Palace trýsti Manchester United í endanum av dystinum og hevði væl frægari spæl enn MU.

Soleingi MU verður bygt upp um liðskiparan Rooney kann ikki væntast annað úrslit enn javnleikur ella tap.

United og Crystal Palace leiktu ein málleysan dyst, 0-0 í London, og nú kann ikki annað enn væntast at atfinningarnar fara at hegla niður yvir venjaran van Gaal fyri hansara elendiga slag av fótbólti og at lata Rooney byrja hvønn dyst inni.

Ein av grundgevingunum fyri at hava Rooney inni er, at hann er so óførur at stimbra leikarunum í skiftirúminum, men tað er nú ikki har, dystirnir verða avgjørdir, men á vøllinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo