Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Tekstlýsingar

Ð ella einki Ð, -ir ella -ur ? Lær føroyskt í ein dag

Innihaldið í skeiðnum
Stað: Hotel Hafnia
Nær: fríggjadagin 3. mai 2019, kl. 09.00-16.00
Undirvísari: Sonne Smith
Kostnaður: 3000 kr. + mvg
Melda til: kittymay@altfyrieitt.fo ella 500500

Endamálið við skeiðnum
Endamálið er at geva skeiðsluttakarunum amboð at skriva føroyskt til lítar. Endamálið er at menna evnini hjá skeiðsluttakarunum at brúka málið greitt, rætt og fjøltáttað. Skeiðið fevnir um rættan málburð í dagliga yrkinum og er eitt hent amboð til at náa henda førleika.

Hevur tín fyritøka ella stovnur ein góðan og lýtaleysan málburð í samskiftinum úteftir? Hetta er meiri umráðandi fyri umdømið, enn ein vanliga gevur sær far um. Ella ert tú ein einstaklingur, ið vil duga betur at skriva føroyskt.

Dentur verður lagdur á mállæru, rættskriving og at víðka tilvitanina um mál, málburð og ymsar stíllegur í málinum. Endamálið er at geva luttakaranum innlit í føroyska mállæru og nøkur hent amboð til føroyska rættskriving. Við tilmelding verður kannað á hvørjum stigi luttakarararnir eru, og frálæran verður løgd til rættis eftir hesum.

Málbólkurin:

Øll, ið dagliga samskifta á føroyskum og vilja gerast dugnaligari í føroyskum.

Undirvísari:
Báturin og bátin. Dømt ella dømd. Sonne Smith hevur øll amboðini til at skriva rætt føroyskt. Á skeiðnum fer hann at geva amboðini víðari. Sonne Smith er úrmælingur, tá ið talan er um føroyskt mál. Hann hevur eisini drúgvar royndir at undirvísa í føroyskum máli, og í sínum yrki sum journalistur er føroyska málið hansara neyðuga amboð, tí hann livir av tí.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo