Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Vinna

Vinnuhúsið: Ein týðandi lærdómur eftir búskaparkreppuna fyrst í 1990-árunum var, at Føroyar høvdu ikki havt ein greiðan vinnupolitikk, har tað var ásett, hvørjar uppgávur tað almenna skuldi taka sær av, og hvørjar uppgávur privata vinnan skuldi taka sær av.

Eftir kreppuna fingu vit tí ein orðaðan vinnupolitikk, har tað vórðu ásettir greiðir skilnaðir millum alment og privat virksemið.

Hesin vinnupolitikkurin eigur stóran part av æruni fyri fram­burði­num og vælferðini í føroyska samfelagnum í dag.  

Vinnupolitikkurin er tó ikki dagførdur síðan 2005, og mørkini millum alment og privat virksemið eru tí vorðin rættiliga kám, og til tíðir ring at fáa eygað á.

Vinnupolitikkurin frá 2005 eigur sostatt at verða endurskoðaður og dagførdur, soleiðis at almennu stovnar­nir halda seg til kjarnu­uppgávurnar í einum vælvirkandi vælferðarsamfelag og ikki breiða seg inn yvir øki og uppgávur, ið meira effektivt verða loystar av privatu vinnuni.

Vinnupolitikkurin eigur at taka støði í nútíðini og framtíðar avbjóðingunum hjá vinnu og sam­felag.

Vinnupolitikkurin eigur at verða vegvísari, har politikarar taka atlit at dagførda vinnu­politikkinum í politisku stýringini av samfelagnum, soleiðis at vinnan veit, hvørjar karmar hon hevur at virka innanfyri fleiri ár fram í tíðina.

Óvissa um vinnuligu karmarnar frá politisku skipanini, serliga við­víkjandi fiskivinnuni, er vorðin ein vaksandi trupulleiki og forðing fyri nýíløgum og fram­haldandi menning og vøkstri í føroysku vinnuni.

Henda óvissan má minkast til frama fyri framburðin í føroyska samfelagnum frameftir.

Hesi viðurskifti eru nærri lýst í búskaparfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo