Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Lesarin skrivar

Við støðugum fólkavøkstri og búskaparligum góðum tíðum, seinastu árini, er lagt eitt stórt trýst á alt dagstovnaøkið í landinum. 

Pedagogfelagið fær javnan afturboðanir frá limum, ið føla at teir ikki strekkja til í gerandisdegnum. Hetta er vegna økt arbeiðstrýst og at fleiri uppgávur verða lagdar á stovnarnar. Eisini vegna stóra mangulin á starvsfólkum til at megna gerandisdagin. 

Vit síggja leiðarar, sum ikki vilja lata standa við og hava biðið um at verða loystir úr starvi. Ikki bara leiðarar fara úr starvi – eisini námsfrøðingar og hjálparfólk eru farin sama veg. Mong fara heilt av arbeiðsøkinum, tí tey ikki halda arbeiðsumhvørvið út longur.

Stóri fólkavøksturin hevur havt við sær, at tørvurin á ansingarplássum er nógv vaksin. Vit síggja dagstovnar verða útbygdar og nýggjar verða bygdar uttan at starvsfólk eru tøk at manna stovnarnar. 

Stóri tørvurin á starvsfólki ger, at dagstovnarnir alsamt gerast meiri ansingarstovnar, har endamálið gerst at klára dagin. Stundir og møguleikar eru ikki til, sum dagstovnalógin áleggur, at tryggja ein góðan og innihaldsríkan dag fyri barnið.

Arbeiðsumhvørvið og lønin eru ikki nøktandi, men hetta snýr seg ikki bara um fígging – góðu tíðirnar í samfelagnum gera, at eitt láglønarøki hevur trupult at fáa starvsfólk.

Vit hava sæð seinastu mánaðirnar, at tað eru og hava verið 100-tals størv lýst leys. Hetta merkir, at tá tað ikki koma fleiri “nýggj” starvsfólk inn á økið, so kappast øll um somu fólkini. Tað snýr seg hjá leiðslunum um, at “stjala” fólk frá hinum stovnunum. Starvsfólkahópurin skiftur við jøvnum millumbilum og er hetta als ikki gott fyri nakran.

Føroya Pedagogfelag saknar, at almennu myndugleikarnir taka støðuna í størri álvara. Vit sakna eina heildarætlan fyri alt dagstovnaøkið. Hvussu fáa vit fleiri starvsfólk inn á økið? Hvussu tryggja vit betri arbeiðsumhvørvi? Hvussu tryggja vit okkum, at Dagstovnalógin verður hildin?

Nú mugu politikarar vakna, og tryggja børnunum góðar umstøður – tað er tað, ið tit eru valdir til. 

Vit ynskja tí, at eitt minstamark av tímum verður tryggjað barninum á stovninum.

Vit ynskja at ítøkilig átøk verða gjørd, fyri at bøta um arbeiðsumstøðurnar á stovnunum.

Vit ynskja at arbeiðsvikan verður stytt.

Skaðin er hendur – tað ber ikki til, at lata standa til longur.

Føroya Pedagogfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo