Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Útlendis ítróttur

Enski tabloidin Daily Mail skrivar í dag seinnapartin at stríð hevur tikið seg upp millum Antonio Conte og Diego Costa.

Fleiri aðrir enskir miðlar skriva tað sama, millum annað Teleraph.

Sambært ensku miðlunum er ósemjan um ryggin hjá Costa, men Conte er ikki samdur við Costa um at honum bagir nakað.

Og sambært Daily Mail er tað orsøkin til at Costa ikki verður við í Chelsea-hópinum móti meistarunum  Leicester.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo