Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Politikkur

- Fyri okkum hevur alingin merkt ein niðurskurð í fiskarí á 41,8% síðan ár 2001 av hummaradeyða og ringari atkomiligheit. Her hevur alingin við avlúsingarevnum og mistum fiskileiðum alla ábyrgdina, sigur Hummarafelagið millum annað í sínum hoyringssvari til uppskotið um alilógina sum nú liggur í Vinnunevndini til viðgerðar.

- Okkara royndir hava eisini víst at stórar nøgdir av hummara doyðu út fyri Haldórsvík eftir eina avlúsing í august 2015.

- Á Koldbeinargjógv hvarv allur hummarin brádliga innanfyri 1 km frá alibrúkinum eftir tvær avlúsingar januar - februar 2016. Enn í dag fæst eingin hummari nærri 1 km frá alibrúkinum.

- Vit eru sannførdir um at avlúsingarevnini drepa ein sera stóran part av hummaraynglunum.

- Kanningar hava prógvað, at hummari er sera sárbarur fyri hesum evnum. Ikki er óhugsandi at eisini føðin hjá smáfiski, sum toskayngul og annað fiskayngul, kann fáa skaða av hesum evnum, sigur Hummarafelagið.

Les hoyringssvar her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo