List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Krutl

Daniel Skjern stríðist við at gera pápa sín, Mads, stoltan, men sum oftast til fánýtis.

Í brotinum her síggja vit tá pápin gevur systur Daniel, Ellen, eitt ross, tí hon hevur verið so røsk. 

Og Daniel hyggur at við tristum eygum.

Seinni segði Jacob Dalgaard, sum spældi Daniel tá hann var 10 ára gamal, at tað fall honum lætt at spæla tristur, tí so nógv trist hendi í lívinum tá. Foreldrini vóru farin frá hvørjum øðrum og pápin tók lívið av sær.

Sum vaksin livdi Jacob Dalgaard eina heldur flákrandi tilveru. Hann gavst at lesa jura, arbeiddi eina tíð sum kórdeknur, men leið øll árini av sálarsjúku, sum eisini, sambært teimum nærmastu, var orsøkin til at hann nú andaðist á so ungum árum.

Jarðarferðin er í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo