Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Politikkur

Tað eru ikki øll í Danmark, sum eru so fegin um fríhandilsavtaluna, sum Føroyar eru í ferð við at gera við Russland. 

Martin Lidegaard, fyrrverandi uttanríkismálaráðharri og fólkatingslimur fyri Radikale Venstre, ávarar Føroyar ímóti at ganga plankan út.

Í stuttum er stríðsspurningurin, hvørt avtalan ímillum Føroyar og Russland fellir undir uttanríkis-og trygdarpolitikkk - eitt málsøki, sum føroyingar enn ikki hava ræði yvir.

- Føroyingar skylda sær sjálvum at hugsa seg væl um, áðrenn teir taka eitt so álvarsamt stig, sum tað er at gera eina fríhandilsavtalu við Russland. Tað er í fínasta lagi, at teir handla við russar eins og vit øll onnur, men har og frá og so at binda seg upp í tað tættasta áhugaøkið, tá skal man hugsa seg væl um. Eg sigi hetta ikki við atliti til Danmark, men til føroyingar sjálvar.

- Um ein ger seg ov búskaparliga budnan av Russlandi, so kann tað misnýtast, um Kreml ikki heldur, at russar fáa tað, sum teir ynskja, slær Lidegaard fast í samrøðu við Kristeligt Dagblad.

Hetta sigur hann í sambandi við, at Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í dag kemur á sína fyrstu almennu vitjan í Føroyum.

Lesið greinina í Kristeligt Dagblad her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo