Ongin gevur seg fátækan
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Sambært eingilskar fjølmiðlar hava ikki færri enn tríggjar verðins-fyritøkur nýliga  rósað  Danmark  sum einum  mynstursamfelagi, har borgararnir hava fult álit á myndugleikunum og stóra trygd í gerandisdegnum.

Tað eru Verðinsbankin, World Justice Project og Social Progress Index, sum gera hesa konklusión eftir, at tey hava kannað vilkorini hjá vanligum borgarum í flestøllum londum.

Tað hevur í fleiri ár verið ein afturvendandi táttur, at Danmark hevur ligið ovast ella millum tey trý ovastu londini í internationalari kapping um bestu livikor og persónliga lukkukenslu.

Men nú hava analytikarar kanna málið nærri og funnið út av, at  Danmark eisini er tað avgjørt best stýrda landið í verðini.

Tað er ikki bara tí, at kriminaliteturin er lágur ella tí  at landið er næstan  frítt fyri korruptión, men eisini tí at danskarar hava sterkt álit á landsins  stýri og rættarviðurskiftum.

 Harumframt er tann sociala vælferðin, heilsuviðurskiftini og tann progressivi socialpolitikkurin við til at tryggja gerandisdagin hjá vanligum danskarum, hóast teir betala sera høgan skatt. 

Tá ið man hugsar um, hvussu Danmark ofta verður karikerað av føroyskum journalistum og bløðum, er tað tankavekjandi at síggja, hvat tann stóra umverðin heldur um Danmark, sum stuttskygdir nationalistar vilja kvetta alt samband og alla samlagnu við.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo