At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Handverkarin Storm Balderson er ógvuliga hvassorðaður, tá hann luttekur í kjaki á sosialu miðlunum.

Og hann leggur - sambært sær sjálvum - líka í, hvørja ávirkan hansara viðmerkingar hava á onnur menniskju.

- Tú ert eitt vamlisligt, ólekkurt og h.......sliga skitið menniskja. Eg vóni, tú dettur um lissurnar hjá tær, slært nasabeinið hjá tær upp í tínn h.......sliga skalla, og at tú fert dettandi avstað og doyrt, sum tað ússaliga menniskja, sum tú ert.

Hesa viðmerkingina hevði Balderson á Youtube í kjalarvørrinum av, at ein 66 ára gamal maður fekk ein 40-daga treytaðan dóm eftir at hava skotið ein úlv.

Balderson er ein hálvgum kendur viðmerkjari í Danmark. Til dagligt arbeiðir hann sum handverkari, men í frítíðini luttekur hann dúgliga í kjaki á alnetinum. Og tað ger hann gjarna við ógvusligum innleggum.

- Eg uppnái tað, at eg skapi eitt sindur av kjaki, og tað er tað týdningarmesta fyri meg. Tað er, at kjakið heldur fram. Tónin (í kjaki á alnetinum) er ikki nóg ógvusligur. Hann er ov fittur, sigur Balderson við TV2 Danmark.

TV2 leggur í hesum døgum dent á, at nógvir danir lata vera við á luttaka í kjaki á alnetinum, tí orðalagið er vorðið ov hvast. Í einari kanning, sum TV2 hevur gjørt, siga 61% av teimum spurdu, at tey lata vera við at luttaka í kjaki á alnetinum, tí orðalagið er vorðið ov ógvisligt.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo