Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby
Onnur tíðindi

- Salam aleikum. Vit atkvøða ikki, tí fólkaræðið grundleggjandi er í stríði við Islam.

Við hesum orðum byrja tveir danskir muslimar at greiða frá, hví teir ikki fara á fólkatingsval 5. juni. Teir greiða eisini frá síni hugsan um demokratiið, og hvussu teir vilja halda fast við sín islamiska samleika við ikki at fara á val. Teir siga, at Allah er einasti rætti lóggevari.

Tað er bólkurin Hizb ut-Taahrir sum stendur aftanfyri tvíkrossin (hashtag) #IslamErMitValg. Jyllandsposturin hevur spurt nærri um endamálið, og hevur fingið at vita, at bólkurin ikki viðurkennir fólkaræðið sum stýrislag, tí tað hvílir á tí verðsliga sum stríðir ímóti Islam.

- Vit ætla onga kollvelting í Danmark. Men vit vilja verja islamiska samleikan hjá muslimum og harundir eisini rætta hugburðin til fólkaræðið, verður sagt á facebook vanganum hjá bólkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo