Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Danmark kallar sín sendimann í Teheran heim, kallar iranska sendimannin inn á teppið í Keypmannahavn, og umhugsar fleiri tiltøk móti Iran.

Tað upplýsti danski uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen á einum tíðindafundi í kvøld, eftir at fregnartænastan hjá løgregluni, PET, fyrr í dag boðaði frá, at iransk fregnartænasta hevði ætlanir um eina drápsroynd á danskari jørð.

Svarið hjá Iran til ákærurnar hjá Danmark

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo