Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Í fjør tóku sosialu myndugleikarnir í Danmark 2.700 børn frá foreldrunum ímóti teirra vilja. Í 2007 var sama tal 1.200 børn. Talið er vaksið á hvørjum ári, skrivar Kristeligt Dagblad úr eini frágreiðing, sum kærustovnurin Ankestyrelsen kunngjørdi í gjár.

Í frágreiðingini sæst eisini, at samstundis sum alt fleiri børn verða tikin frá foreldrunum ímóti teirra vilja, so er talið á foreldrum, sum fáa viðhald tá tey kæra eisini vaksið nógv somu ár.

Í veruleikanum hevur annarhvør sum kærir fingið viðhald síðani 2016, vísa tølini.

Árini frá 2016 til 2018 komu 229 kærur og í 115 førum fekk kærarin viðhald.

Birgitte Arent Eiriksson frá tankasmiðjuni Justitia vísir á, at tað í nógvum av førunum, tá børn verða tikin frá foreldrunum, er talan um eina skjóta avgerð hjá myndugleikunum sum meta seg noyðast at handla í eini ávísari støðu.

Tølini siga onki um, hví so nógv foreldur fáa viðhald tá tey kæra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo