Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Sambært nýggjastu mátingini hjá Transparency International er Danmark tað landið í heiminum, sum verður uppfatað sum minst korrupt.

Danmark hevur áður ligið nummar eitt hjá Transparency International, men misti í 2017 1. plássið til New Zealand.

Sambært Corruption Perceptions Index 2018 er Danmark nú aftur nummar eitt á listanum, meðan New Zealand er dottið niður á eitt 2. pláss.

Londini fáa stig. Tey, sum liggja tættast við 100, eru í betra endanum, meðan tey, sum liggja tættast við 0, eru í verra endanum.

Merkisvert er, at okkara grannar fyri vestan, Ísland, ikki liggja í topp 10 hjá Transparency International. Ísland liggur á einum 14. plássi.

180 lond ella øki eru á listanum hjá Transparency International, og liggja tey í meðal á 43 stigum. Meira enn tveir triðingar av londunum á listanum fáa færri enn 50 stig.

USA liggur nummar 22 á listanum við 71 stigum. Tað er ein afturgongd í mun til undanfarin ár, og skrivar Transparency International ávarandi, at USA er eitt av londunum, sum ein skal hava eyguni við.

Nummar 180 á listanum er Somalia við 10 stigum.

Topp 10 listin sær soleiðis út:
1. Danmark, 88 stig

2. New Zealand, 87 stig
3. Finnland, 85 stig

4. Singapore - 85 stig
5. Svøríki, 85 stig

6. Sveis, 85 stig
7. Noreg, 84 stig

8. Holland, - 82 stig
9. Kanada, 81 stig

10. Luksemborg - 81 stig

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo