Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Dannebrog fyllir 800 ár í dag.

Tað var í 1219, at Dannebrog sambært søgnini datt niður av himli undir einum bardaga í Estlandi.

Valdemar 2 kongur fekk fatur í flagginum, áðrenn tað rakti jørðina, og hareftir sigraði danski herurin.

Dannebrog varð upprunaliga flaggið hjá kongi - ikki hjá donsku tjóðini -, og í tíðarskeiðnum 1833-54 var enntá forboðið hjá vanligum borgarum at flagga við kongsins flaggi.

Men í 1854, eftir at grundlógin varð sett í gildi nøkur ár frammanundan, fingu fólk í Danmark umsíðir loyvi at flagga við Dannebrog. 

Við tíðini er flaggið vorðið eitt tjóðskapareyðkenni hjá mongum dønum.

TV2 skrivar, at Hennara Hátign Margretha drotning vitjar estiska høvuðsstaðin Tallinn í dag, meðan krúnprinsaparið luttekur í einari fagnaðargudstænastu í Vor Frue Kirke í Keypmannahavn.

Les meira um danska flaggið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo