Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Ein uppskrift, sum enn ikki hevur eydnast Føroya Landsstýri at kóka eina smakkiliga suppu burtur úr!

Danska Grundlógin er "ikki" galdandi sum grundlóg fyri Føroyar, - hon er einans til pynt ella eisini bert til óneyðuga ífyllu!

Flest allir Føroya Løgmenn upp gjøgnum tíðirnar, líka frá tí fyrsta og upp til dagin í dag, hava billað Føroya fólki inn, 100% stuðlaðir av sínum undirsáttum, at danska grundlógin er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar. Sjálvandi er slíkur boðskapur frá løgmanssetrinum lítið eftirfarandi.

Og sambandskreftirnar siga, at felags Grundlógin gevur føroyingum full ríkisrættindi. Men henda grein avdúkar, at hetta hugflogiđ ”felags grundlóg” er bert nakađ iđ danir kalla fyri ”løgn og latin!”

Tad ger tað ikki betur, at ávís løgtingsfólk og landsstýrisfólk við síðuna av sínum politiska virksemi, eisini eru høvuðsprestar/høvuðstalarar og elstar o.l. í sokallaðum kristnum umhvørvi fyri ikki at tala um, tá sokallaði kristin teltmøtir floyma yvir landið. Eisini verða fyrrverandi politikkarar brúktir til at stýra føroysku "kristnisamkomunum" í Føroyum og uttanlanda við.

Tað sigur seg sjálvt, at tá tað fellur teimum so lætt at siga ósatt á tingsins røðarapalli við einum smíli á varrunum, hvussu lætt kann tað ikki tá falla slíkum fyri brósti at siga ósatt fyri fólkinum, tá slíkir skulu boða evangeliið fyri fólkinum?

Tað er líka sum um, at ein hoyrir røddina frá veljaraskaranum: "Gev okkum Barabbas leysan!"? (Hann gongur leysur enn kortini!) - Vit vilja hoyra ósannindir frá talarapultunum kring landið: "burtur við sannleikanum!"? - Tykist fólksins ynski at vera!?

Hetta, sum eg sigi her, sigi eg av egnum royndum hvar eg havi havt við slíkar persónar at gera. Slíkir persónar kunnu lættliga keypast fyri lítið og lætt, og blunka ikki við at fortelja eina lygn afturfyri og harviđ feia sannleikan av borđinum eins og var tað skarn!

Tad finnast eisini nógvar rættarsakir í føroyska samfelagnum undir donsku rættarskipanini sum prógva til fulnar, at "Anders And" hevur størri makt yvir føroyska fólkinum, enn hvat danska grundlógin hevur í Føroyum!

Líka mikið, eg ætli mær ikki at halda eina bíbilska fjallaprædiku um hetta evnið, men koma við haldgóðum grundgevingum um áðurnevndu framsøgn vegna donsku grundlógina.

So til sakina!

Evropasamstarvið! - Fólkaatkvødan tann 2. oktobur 1972!
2. oktobur 1972 var ein fólkaatkvøða í Danmark har støða skuldi takast til, hvørt hetta ríkið skuldi ganga undir sáttmálan um limaskap í evropeiska búskaparliga samstarvinum, tað, sum í dag verður kallað fyri ES (EU) - Evropasamveldið (den europæiske union). Kært barn har mange navne, også de ukære.

Her var talan um, at Danmark skuldi lata frá sær nakað av tí fullveldi, sum Danmark annars hevði framman undan. Àðurnevnda partvísa frálating av Danmarkar fullveldi, skuldi latast til stovnar sum vóru felags fyri øll limalondini soleiðis, at avgerðir, sum frammanundan skuldu takast av donskum stovnum, nú skuldu kunna takast av hesum felags stovnum.

Grein 20 í donsku stjórnarskránni (§ 20. stk. 1 og 2 i Danmarks Riges Grundlov, lov nr. 169 af 5. juni 1953)!
1. petti: Heimildir, sum sambært hesi stjórnarskrá eru hjá ríkismyndugleikunum, kunnu við lóg í nærri ásettum vavi latast millumtjóða myndugleikum, sum eru settir á stovn við sínámillum sáttmála við onnur ríki fyri at fremja altjóða rættarskipan og samstarv.

À donskum ljóðar teksturin soleiðis: 

§ 20 Stk. 1.
Beføjelser, som efter denne grundlov tilkommer rigets myndigheder, kan ved lov i nærmere bestemt omfang overlades til mellemfolkelige myndigheder, der er oprettet ved gensidig overenskomst med andre stater til fremme af mellemfolkelig retsorden og samarbejde.

2. petti: Til samtyktar av lógaruppskoti um hetta, krevst ein meiriluti uppá 5/6 (fimm sættapartar) av limum fólkatingsins. Fæst ein slíkur meiriluti ikki, men tó tann meiriluti, sum neyðugur er fyri at fáa vanlig lógaruppskot samtykt, og heldur stjórnin fast vid uppskotið, verður tað lagt fyri fólkatingsveljararnar til góðkenningar ella fellingar eftir teim reglum, sum ásettar eru í grein 42 um fólkaatkvøður."

À donskum ljóðar teksturin soleiðis:

§ 20 Stk. 2.
Til vedtagelse af lovforslag herom kræves et flertal på fem sjettedele af folketingets medlemmer. Opnås et sådant flertal ikke, men dog det til vedtagelse af almindlige lovforslag nødvendige flertal, og opretholder regeringen forslaget, forelægges det folketingsvælgerne til godkendelse eller forkastelse efter de for folkeafstemninger i § 42 fastsatte regler.

Um onkur ikki skuldi verið upplýstur um støðuna, so er tað soleiðis statt, at í fólkatinginum eru 179 limir, og av teimum eru tveir úr Grønlandi og tveir úr Føroyum. Hesir síðstu fýra nevndu telja við, tá talan er um 5/6 (fimm sættapartarnar), og tí skulu í minsta lagi 150 fólkatingslimir greiða atkvødu fyri einum slíkum uppskoti.

Harnæst stendur í donsku stjórnarskránni (donsku grundlógini), at er meiriluti fyri uppskotinum í fólkatinginum, men ikki nóg stórur meiriluti til, at hann røkkur 5/6 (fimm sættapartar = minst 150 atkvøður fyri), so kann málið verða avgjørt við, at tað fer til atkvøðugreiðslu millum fólkatingsveljarnar.

Reglurnar um, hvørt uppskotið er samtykt ella fallið, standa í grein 42 og 5. petti í stjórnarskránni (donsku grundlógini), og tær siga:

"À fólkaatkvøðuni verður atkvøtt fyri ella ímóti uppskotinum. Fyri at uppskotið skall falla, krevst, at ein meiriluti av teimum fólkatingsveljarum, sum taka lut í atkvøðugreidsluni, tó í minsta lagi 30% av teimum, sum atkvøðurætt hava, hava greitt atkvøðu ímóti uppskotinum."

À donskum ljóðar teksturin soleiðis:

§ 42 Stk. 5.
Ved folkeafstemningen stemmes for og imod lovforslaget. Til lovforslagets bortfald kræves, at et flertal af de i afstemningen deltagende folketingsvælgere, dog mindst 30 procent af samtlige stemmeberettigede, har stemt mod lovforslaget.

Uppskotið um, at Danmark skuldi fara uppí hettar samstarv, fekk meiriluta í fólkatinginum fyri sær, men hesin meiriluti var ikki 5/6 (fimm sættapartar) av limum fólkatingsins. Av tí at danska stjórnin helt fast við uppskotið, fór tað til fólkaatkvøðu millum FÓLKATINGSVELJARNAR!

Tað er ein orsøk til hví eg leggi áherðslu á orðið: Fólkatingsveljarar - nar - nir o.s.frv.. Tí at tá eru vit inni á grammatikkinum hvarí tað IKKI ER líka mikið, um eitt orð er skriva í bundnum formi ella óbundnum formi.

Er orðið skrivað í bundnum formi so sum: Fólkatingsveljarnir ella fólkatingsveljarnar, so merkir tað stutt og greitt, at sakin skal leggjast fyri allar teir borgarar, sum danska stjórnarskráin (grundlógin) er galdandi fyri, og fyri ein ordans skyld, so skal her nevnast, at tann allar fyrsti setningurin í sjálvari donsku stjórnarskránni (donsku grundlógini) sigur: "Hendan stjórnarskrá er galdandi fyri allar partar av Danmarkar Ríki."

À donskum ljódar paragraffsetningurin soleiðis: "§ 1 stk 1 Denne grundlov gælder for alle dele af Danmarks Rige."Harvið má niðurstøðan tess vegna verða tann, at danska stjórnarskráin harvið IKKI ER galdandi fyri teir partar av ríkinum, sum ligga uttanfyri ríkisins partar (grundlógarinnar umráđiđ), ikki so? Eru tit før fyri at fylgja logikkinum her? Ella eru tit bara fødd soleiðis av náttúru tvs. tvørlingar av triðju grad?

Føroyingarnir hildnir uttanfyri!
Men tá henda fólkaatkvøða fór fram 2. oktobur 1972, vóru tað nakrir fólkatingsveljarar, sum ikki sluppu at atkvøða, og tað vóru teir fólkatingsveljarnir, sum búðu í Føroyum.

Tað er bert ein onnur grein í donsku stjórnarskránni (den danske grundlov), sum nevnir orðið: "FólkatingsveljarNAR." Tað er grein 88 sum sigur, at uppskot um broyting av sjálvari stjórnarskránni (donsku grundlógini) skal leggjast fyri FólkatingsveljarNAR til góðkenningar ella fellingar!

Vísandi til hesa áseting í grein 88 í donsku grundlógini, vóru føroysku fólkatingsveljarnir í 1920, 1939 og í 1953 bidnir um at taka støðu til, hvørt tey uppskot, sum gjørd vóru í Danmark til nýggjar stjórnarskráir (grundlógir), skuldu koma í gildi.

Men í 1972, (Danmark skuldi lata nakað av sínum fullveldi frá sær), tá hetta málið somuleiðis skuldi leggjast fyri fólkatingsveljarNAR, so nú vórðu føroyingar hildnir uttanfyri. Men teir fólkatingsveljarar sum búðu í Grønlandi, sluppu hinvegin at vera við. ( Sum danir plaga at taka til: Har man kendt til magen?).

Eitt er greitt, og tað er, at tað eru bert tveir møguleikar her. Annaðhvørt var tað rætt, at føroyingar búsitandi í Føroyum greiddu atkvøðu í 1920, 1939 og í 1953, tá atkvøtt var um donsku stjórnarskránna (grundlógina). Var tað rætt tá, so var tað blóðskeivt, at føroyingar búsitandi í Føroyum ikki greiddu atkvødu í 1972.

(Aftur ein ábending um, at danska grundlógin als ikki er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar)

MEN, var tað hinvegin rætt, at føroyingar búsitandi í Føroyum IKKI vóru við í atkvøðugreiðsluni í 1972 um at fara uppí ES, so hevur tað í hvussu so er IKKI verið sambært grein 88 í donsku stjórnarskránni (donsku grundlógini), at føroyingar búsitandi í Føroyum í 1920, 1939 og í 1953 greiddu atkvøðu um, hvørt danska stjórnarskráin (danska grundlógin) skuldi broytast.

Hetta føðir ein avdúkandi spurning ið uttan iva má seta grá hár í høvdið á politikkarunum: ”Vera føroyingar búsitandi í Føroyum roknaðir fyri at vera veljarar til tað danska fólkatingið?” - Verður svarað ja, so verður ríkisfelagsskapurin stýrdur av brotslingum (kriminellum persónum), men er svarið nei, so er støðan tann sum hetta innleggið avdúkar, at danska grundlógin ikki er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar, men tá avdúka so føroysku politikkarnir seg sum serkønir lygnarar, men sum fólkið kortini velur inn á ting!

Hvør dugir at siga, nær Føroyar eru vorðnar ein partur av Danmarkar Ríki?
Men tann sum sigur, at Føroyar eru ein partur av Danmarkar Ríki, má so eisini duga at svara tí næsta spurninginum: Nær eru Føroyar vorðnar ein partur av hesum danska ríki, og hvussu fór tann leikur fram?

Danska forsætisráðið er ikki ført fyri at svara hesum spurningi ella eisini er sannleikin ov óbehagiligur fyri tey, og vilja hesi helst ikki svara uppá ein slíkan nærgangandi spurning.

Tí er ringt at koma til annað úrslit, enn at danska forsætisráðið og tann danska fyrisitingin eru av somu áskoðan sum komið er fram til í hesi framløgu: "at Føroyar IKKI eru ein partur av Danmarkar ríki, og at danska stjórnarskráin (danska grundlógin) IKKI er galdandi stjórnarskrá (galdandi grundlóg) í Føroyum.

Tá hetta er støðan, er einki til hindurs fyri, at fólkaatkvøðan í 1972 (og tær av sama slag, sum aftaná hava verið - 1992, 1993, 1998 o.s.frv.) var/vóru fyri allar fólkatingsveljarnar UTTAN TEIR, sum búðu í Føroyum ella Grønlandi.

Sjálvandi høvdu donsku myndugleikarnir grundgevingar fyri, at fólkaatkvøða ikki skuldi vera í Føroyum í 1972. Tað, sum donsku myndugleikarnir søgdu, var, at grein 20 (§ 20) í donsku grundlógini vísti til grein 42 (§ 42), sum er um fólkaatkvøður. Ì hesi grein stendur í 8. petti (Stk 8): Nærri reglur um fólkaatkvøður, herundir í hvønn mun fólkaatkvøða skal fara fram í Føroyum og í Grønlandi, verða ásettar við lóg. - À donskum ljóðar § 42 og stk 8 soleiðis: "Nærmere regler om folkeafstemning, herunder i hvilket omfang folkeafstemning skal finde sted på Færøerne og i Grønland fastsættes ved lov."

Her skulu vit eisini bíta merki í, at tað stendur í lógartekstinum skriva um, í hvønn mun fólkaatkvøða skal fara fram. Har stendur ikki "í hvønn mun fólkaatkvøðan IKKI skal fara fram." § 20 hevur avgjørt at hon skal fara fram og § 42 stk 8 sigur so bert víðari um, hvussu leikur skal fara víðari fram viðvíkjandi hesi fólkaatkvøðu vegna Føroyar og Grønland. -  § 20 hevur avgerðarrættin og sigur, at hon skal fara fram innan fyri tað umráðið, sum grundlógin er galdandi fyri.

Engin undantøk verða nevnd við einum bókstavi! § 42 stk 8 sigur beint fram, at ásetast skal við lóg, hvussu fólkaatkvøður skulu fara fram í Føroyum og Grønlandi, - men har stendur ikki skriva, hvussu tær IKKI SKULU FARA FRAM ella at Føroyar gott kunnu sleppa frá um tey ikki tíma hetta!?

Tað er greitt, at fólkaatkvøða eftir grein 42 kann vera um eina lóg, sum einki hevur við Føroyar at gera. So var t.d. við fólkaatkvøðuni um jarðarlóggávuna tann 25. juni 1963, sum ikki var í Føroyum ella Grønlandi, tí Føroyar og Grønland hava eina heilt aðra jarðarlóggávu enn Danmark. Tí er greitt, at tað eftir grein 42 ber til at gera slík undantøk.

Men tann 2. oktobur 1972 nýttu donsku myndugleikarnir hesa grundlógaráseting sum eina undantaksreglu til at áseta, at summir fólkatingsveljarar skuldu missa sín atkvøðurætt, hóast tað stóð í grein 20 í donsku grundlógini, at teir høvdu henda rætt.

Altso, sum áður umrøtt í hesi grein, so vóru fólkatingsveljararnir sum búðu í Føroyum hildnir uttanfyri, meðan fólkatingsveljararnir sum búdu í Grønlandi sluppu hinvegin at vera við. At Grønland nakað seinni valdi at fara úr aftur ES, er so ein onnur søga. Tann, sum ikki tykir slíka mannagongd vera sera løgna, kemur helst ongantíð at halda nakað sum helst vera løgið á hesari fold.

At tílíkur framferðarháttur er eitt groft brot á donsku stjórnarskránna (donsku grundlógina), er tí eingin ivi um at so er - uttan so, at danska stjórnarskráin als ikki er galdandi sum stjórnarskrá Føroya (grundlóg fyri Føroyar). Tað er í øllum førum øll tekin fyri tí, at hon ikki er. Spurningurin er bert tí, um fólk bara vilja lata standa til og látast sum einki, nakað sum tíverri er eitt serføroyskt eyðkenni!? Eisini kann ein undrast yvir hví føroysku politikkarnir allíkavæl hálova hesi grundlóg sum galdandi í Føroyum, hóast hon ikki er tađ kortini?

Eg kagaði líka í ”Årsberetningen fra Rigsombudsmanden på Færøerne 1974,” og har stóð m.a. hetta: ”Færøerne blev ikke tilsluttet EF sammen med Danmark, men at der efter forhandlinger mellem en >færøsk delegation, udenrigsministeriet og repræcentanter for EF’s kommission< blev indsat ”en særlig bestemmelse” i den danske tiltrædelsestraktat, hvorefter bestemmelse om tilslutning først skal træffes inden udgangen af 1975.

Til hetta er bert eitt at siga, og tað er, at hetta sum her verður kallað fyri ”en særlig bestemmelse,” er tað sama sum á føroyskum kallast fyri ”grundlógarbrot,” tvs., um nú føroysku politikarnir tvíhalda fast um, at danska grundlógin er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar. Síðst í 90’unum sendi eg eitt skriv til danska fólkatingið og spurdi inn til alt hetta. Eisini útvaldi eg mær eini 10 politikarar sum eg sendi bræv til og spurdi um ymiskt hesum viđvíkjandi. Flestu aftursvar eg fekk, var tað reina uttanumtos. Eitt av tingunum eg spurdi um var, um nú t.d. Bornholm ella Ålborg kommuna eisini kundu forhandla seg til ”en særlig bestemmelse” eins og Føroyar og harvið sloppið frá at fari upp í EF? Niels Helveg Petersen sáli svaraði mær aftur, at hetta kundi á ongan hátt lata seg gera av tí at §20 í grundlógini forðaði fyri hesum, tí at sakin skuldi leggjast fram fyri teir fólkatingsveljarnar innanfyri alt tað umráđiđ, iđ danska grundlógin var galdandi fyri, og fyri meirilutaavgerđini máttu tískil restin av umráđnum, iđ grundlógin var galdandi fyri, boyggja seg fyri. 

Av tí at Føroyar ikki eru limir í ES í dag, kann danska grundlógin tískil ikki vera galdandi sum grundlóg fyri Føroyar!

Nú verður tað áhugavert at finna útav, um núverandi føroysku fólkatingslimirnir og komandi, føroysku núverandi politikararnir og komandi, tess veljarar og komandi veljarar framvegis vilja halda hondina yvir slíkum óregliligum politiskum virksemi!? - At tílíkur framferðarháttur er lusk/svik á høgum stigi, er eingin ivi um. Men flest øll tykjast einans at hytta sínum egna skinni og eru annars líka glað við, hvat er rætt og hvat er skeivt hesum viðvíkjandi!

Hetta var so ein vinkul av mongum um hvussu alt bendir meir og meir á tann vegin, at boðskapurin frá politikarunum um hvør Føroya støða er í heiminum, bæði "juridiskt" og ”fólkarættarliga sæð," tann boðskapurin er stórt sæð grundaður á lygn!

Harvið er nógv av tí, sum børnini læra í skúlunum runt um landið um Føroya søgu, ja, nógv av hesum er eisini lygn tey fáa við sær út í lívið. Og tað er ein vanlukkuligur skaði ið verður ringur at rætta uppá aftur, tíverri.

Vit liva í eini upplýstari tíð, hvarí tað ikki ber til at lúgva fyri fólkinum longur. Tá politikarar/sambandsfólk tvíhalda um, at Føroyar eru ein partur av danska ríkinum og at danska grundlógin er galdandi sum grundlóg fyri FO, so mugu prógvini eisini leggjast á borðið, - men tey koma bara ongantíð.

Tílíkir pástandir eru bert "propaganda" frá fornari tíð, tíverri! Fólkið er kanska lætt at forføra, men tá tokan lættir av, so er veruleikin ein heilt annar!

Hendan greinin vísir klárt og greitt, at politiska skipaða propagandain í Føroyum framvegis hevur góðar dagar og tíverri nógv góð ár enn at hugna sær í.

Ein spurningur av mongum verður tí: "Hvussu ofta er danska grundlógin misbrúkt í Føroyum í síni livitíð?

Tílíkir framferđarháttir koma undir "Ríkisbrotsverk!" Tađ er miđlanna skylda at fylgja tílíkum upp, avdúka og trýsta á inntil misbrotini verđa avdúkađi og at fólkiđ fær klárheit um støđuna.

Stutt sagt, so er tađ juridiska og fólkarættarliga grundarlagiđ undir føroyska samfelagnum tađ reina lusk og svik! - Men hvør dugir at síggja tađ?

Henda framløga avdúkar klárt og greitt, at annađhvørt er grovt grundlógarbrot framt í samband viđ avgerđ Danmarkar at fara uppí ES, ella so er danska grundlógin als ikki galdandi sum grundlóg fyri Føroyar! Og er danska grundlógin ikki galdandi sum grundlóg fyri Føroyar, so liggja Føroyar tískil uttanfyri tađ umráđiđ, iđ danska grundlógin er galdandi fyri. Tí má spyrjast um, hvat hava so tveir føroyingar at gera í danska fólkatinginum?

Tađ mest løgna og ikki minst ólógliga í øllum hesum er, at tey tvey føroysku umbođini iđ trína inn um gáttina í danska fólkatinginum, fyrst mugu svørja hildnareiđ um at halda (viđurkenna) donsku grundlógina, sum kortini ikki er galdandi fyri Føroyar. Ì flest øllum øđrum londum hevđi tílíkt giviđ harđastu revsing, men einki hendir. At tilsíđisseta eina grundlógaráseting, er einki minni enn ein brotsgerđ, eitt ríkisbrotsverk! - Og tískil eisini ein kriminell handling.

Endaliga niđurstøđan er tí, at ríkisfelagsskapurin verđur stýrdur og kontrollerađur av ”kriminellum elementum!” Trupulleikin er, at har finnist eingin myndugleiki til at taka sær av slíkum ”kriminellum kreftum,” og tískil hava hesar kreftir fingiđ ”frípass,” tvs. frítt spæl til at týggja sær sum teimum lystir!

Tađ er meira skil í fullum fólki, enn tađ er í teim stýrandi kreftunum!

Til seinast má spurningurin stillast og sum kanska kundi fingiđ fólk at vakna: Tá nú danska grundlógin ikki er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar sum prógva er í hesum innleggi, hvussu kann Danmark tá hava valdsrættin yvir Føroyum kortini? 

Føroyski, politiski pallurin kann samanlíknast við ein ”rossahandil fyri afturlatnum hurðum!” 

Símun A. Klein

Keldur: "Føroyar á Vegamóti," "Danmarks Riges Grundlov, lov nr 169 af 5. juni 1953."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo