Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Onnur tíðindi

Danski stórbankin, sum einaferð var virkin í Føroyum ígjøgnum Føroya Banka, sum hann átti ein stóran part av, skal hava staðið fyri at hvítvaska 15 mió evrur, skriva fleiri miðlar.

Málið er komið fram, tí serliga nógv verður gjørt burtur úr hvítvasking av pengum í samband við yvirgangsvirksemi í Frankaríki. Tað var ein deild hjá Danske Bank í Estlandi sum hjálpti til við hvítvaskingini av pengum árini frá 2008 til 2011. Hagani eru pengarnir sendir víðari til franskar bankar.

Serfrøðingar halda, at bankin kan vænta sær risastórar bøtur. Sjálvur sigur bankin sum vera man, at hann harmast og at stig verða tikin alt fyri eitt til at tryggja, at slíkt ikki hendir aftur, skrivar DR.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo