Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Danski tjóðbankin hevur í dag sett leiðandi rentuna niður á minus 0,75%. Tað hendir eftir at europeiski miðbankin setti sína rentu niður á minus 0,5%, sum eisini er met.

Tað hevur verið væntandi, at leiðandi rentan fór niður aftur á sama stig sum hon var á frá tíðliga í 2015 og fram til tíðliga í 2016, tá hon hækkaði 0,1 prosentstig.

Helgi J. Pedersen, sum er leiðandi búskaparfrøðingur hjá Nordea, sigur við Finans, at hann væntar rentan fer at liggja undir 0 fram til 2023.

- Negativar rentur eru sum ein skattur á uppsparing, fáa íleggjarar at taka størri váða á seg og elva til hægri prísir á fastari ogn sum av tí sama verða meira skuldarbundin samstundis sum tað verður verri hjá teimum sum skulu seta búgv fyri fyrstuferð at koma framat á marknaðinum, sigur hann millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo