Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Politikkur

Shitstorm kalla tey tað tá tú fært av at vita á sosialu miðlunum. Tað kemur av og á fyri, bæði herheima og aðrastaðni, og seinast í røðini at taka ímóti hesum ivasama heiðri er nú danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen.

Hann gjørdi í vikuskiftinum viðmerkingina "what an idiot" á twitter til eina videosamrøðu við politiska aktivistin og rithøvundin George Monbiot sum greiðir frá, hví jagstranin eftir ævigum vøkstri kanska ikki er tað besta fyri veðurlagsbroytingar og aðrar avbjóðingar, sum heimurin hevur.'

- "Tosa ordiligt" og "eitt sindur betri stíl má mann kunna vænta av einum uttanríkisráðharra" og "vánalig fyrimynd" eru nakrar av atfinningunum sum Anders Samuelsen úr Liberal Alliance hevur rent seg í eftir útsøgnina.

Sjálvur hevur hann aftaná greitt frá at tað sum hann meinti var, at tað í veruleikanum krevur størri vøkstur og meira tøkni at loysa avbjóðingarnar við eitt nú veðurlagsbroytingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo