Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Politikkur

Eitt lógaruppskot frá danska SF um at normalisera pensjónsviðurskiftini hjá politikarum fær breiða undirtøku í Fólkatinginum.

Tó taka flokkarnir Vinstri og Socialdemokratarnir ikki undir við tí, skrivar Berlingske.

Yvir fyri Berlingske kallar tingbólkaformaðurin í SF, Jacob Mark, tað "hyklandi", at serliga Socialdemokratarnir verja "ein aldargamla skipan" við nógv meira lukrativum fyrimunin hjá fólkatingslimum enn hjá tí vanliga lønmóttakaranum.

Sum skipanin er í dag, spara fólkatingslimir eina ávísa upphædd saman, meðan teir sita á Fólkatingi, soleiðis at upphæddin veksur eftir tænastualdri.

SF vil ístaðin fyri tænastumannapensjónina hava eina skipan har ein prosentpartur av lønini hvønn mánað verður settur inn á pensjónsuppsparingina, skrivar Berlingske.

SF hevur ikki lagt seg endaliga fast á ein prosentsats, men Jacob Mark skjýtur upp, at hann verður lagdur á eitt miðaltal hjá almenna arbeiðsmarknaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo