Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Vágatíðindi

Í gjár og í dag hava danskir kavarar leitað eftir granatum á Vatninum í Vágum.

Tað var ein miðvingur sum kavaði og helt seg síggja okkurt, sum minti um granatir, og í tí sambandi boðaði hann Arktisk Kommando frá.

Í gjár funnu kavararnir onga granat, men roynt verður aftur at leita í dag.

Leitað verður út fyri tí sum verður rópt ShesterCamp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo