Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Politikkur

Tey, sum á ólavsøku fingu játtað útbúgvingarpláss á donskum lærustovnum, fegnaðust helst stórliga um játtandi svarið úr Danmark.

Men so komu praktisku spurningarnar, hvat við t.d. SU ella barnaansingarplássi í Danmark, sum fleiri eisini hava tørv á?

Alt samskifti við danskar myndugleikar fer fram við NemID, sum bara fæst við donskum persónstali, sonevndum CPR-nummari.

Øll tey, ið einki CPR-nummar hava, noyðast tí at bíða við at loysa hesar praktisku spurningar, til tey hava flutt bústaðin til Danmarkar.

Eg havi seinastu dagarnar hoyrt nógvar søgur um fólk, sum stríðast hetta óneyðuga stríðið.

Hetta er ein alt ov tung mannagongd, tá hugsað verður um, at vit eru danskir ríkisborgarar í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Tí eigur hetta málið at loysast skjótast gjørligt eftir løgtingsvalið.

Tey, sum eru fødd í Føroyum og ongantíð hava búð í Danmark, hava sambært galdandi reglum ikki atgongd til danskt persónstal.

Føroyingar í hesari støðuni, sum fara á donsk sjúkrahús, fáa eitt sonevnt umsitingarligt persónstal í Danmark.

Men hesar reglur kunnu uttan nakað hóvasták ígjøgnum ríkisborgararættin víðkast til at fevna um allar føroyingar, sum hava tørv á effektivum samskifti við danskar myndugleikar.

Undanfarna danska stjórnin var sinnað at broyta hesar reglur, men sitandi landsstýri vísti ongan áhuga fyri hesum.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi tók fyri nøkrum árum síðani m.a. henda spurningin upp í einum uppskoti til samtyktar um at beina av vegnum allar slíkar markaforðingar millum tey trý londini í ríkisfelagsskapinum.

Men so tók sitandi samgonga við í Tinganesi, og hóast danskir myndugleikar hava sagt seg sinnaðar at geva øllum føroyingum, sum ynskja tað, danskt persónstal, so hevur landsstýrið tvíhildið um hesa markaforðingina í staðin fyri at lætta um hjá øllum teimum føroyingum, ið hava ørindi hjá donskum myndugleikum.

Sjálvandi skal hetta málið loysast, eins og vit ígjøgnum ríkisborgararættin góvu øllum føroyingum, sum ynskja tað, atgongd til reyða ES-passið.

Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo