Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Bøkur

Sjúrður Skaale á Facebook: “Sjúrður Skaale – á ja, so havi eg lisið um teg”, segði ein svenskur politikari, sum eg hitti á einum fundi um arktiskan politikk.

Tað vísti seg, at eg – ella rættari “Haraldur” úr E elski Føroyar – er umrøddur í eini bók um Sverigesdemokraterna. Tveir kapitlar snúgva seg lutvíst um tann harðmælta útisetan.

Høvið var tann ferðin, tá Haraldur helt eina víðgongda, nationalistiska talu í Vágsbotni á ólavsøku.

Nøkur fólk frá SD hildu tað vera ramasta álvara, og vóru so hugtikin, at tey fingu hendur á taluni, umsettu hana, og prentaðu hana í sínum blað. Síðani bleiv tað ein stór sak í svenskari pressu – og er altso eisini komið út í bókini, sum kallast: “Jag ar inte rabiat. Jag ater pizza”.

Nokkso skek :)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo