Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Vit hava havt nógvar hálvtómar  rossleypar úr tjóðveldisrørsluni sitandi á donskum Fólkatingi gjøgnum árini, og teir hava flestallir kempa desperat fyri, at danskarar skuldu leggja merki til teirra eksistens.

Tað hevur lukkast fleiri av teimum at blíva meira og minni herostratiskt kendir sum láturligar og pubertilar pausuklovnir. 

Men tað er strævið at fornýggja seg sum politisk rukka.

Tí er tað ræðuliga synd í Arge Magna. Hann hevur við fortvivlaðum skarvslopum í 1/2 ár roynt at sagt ella gjørt okkurt, sum var enn meira láturligt ella hjálparleyst enn tað, sum hinir undanfarnu partamenninir hava gjørt, og tað er ikki sørt av eini avbjóðing.

Eitur man Arge til eftirnavn, er man jú kendur fyri, at hava meginpartin av sínum intellekti sitandi í albogunum, so tað mest taktiska hevði nokk verið at troka seg fram við rambukk-metoduni.

Men tað ber so illa til á Christiansborg, sum er ógvuliga vælvart móti øllum yvirgangi.

Magni hevur tí valt at brillera við vánaligum fólkaskikki, t.d. at súrmúla ella lúna og so nokta at taka ímóti innbjóðing, har hann kurteisliga er boðin. So kann hann brillera og skyggja "glitrandi" við IKKI at vera hjástaddur. Hann er nógv bestur og sæst frægast,  tá ið hann slett  ikki møtir upp. Man má siga, at  tímalønin á Fólkatingi hjá slíkum lóki verður astronomisk, men nær hava loysingar annað enn krámad gramliga eftir donskum pengum?

Samstundis kemur hann við eini lítlari flagg-gølu, har hann akkurát sum pápi hansara forfalskar ta føroysku flaggsøguna við postulatum um, at danskarar mótarbeiddu einum føroyskum flaggi eftir Kríggið. Hetta er fleiri ferðir avsannað av Petur Mohr Dam, sum var við í øllum samráðingunum við  ta donsku stjórnina  frá 1945 til heimastýrislógin kom. Hatta er loddrøtt lygn, sum so ofta frá loysingum.

Pápi hansara Niels Juel Arge hevur eisni skrivað eina sonevnda flaggsøgu, sum hevur ræðuliga slagsíðu, m.a. tí hon skrivar tann reella skaparan av tí føroyska flagginum, harra EMIL JOENSEN út úr føroyskari søgu. Tað var ússaligt, og tað er líka ynkiligt, tá ið nú sonurin tekur táttin uppaftur og fer at fortelja lygnir um flaggið.

Annars kann eg fortelja tí søgugrunna Harra Magna Arge, at loysingarmenn við Thorstein Petersen á odda, slett ikki vildu hava tað føroyska flaggið, sum teir kallaðu studentarflaggið. Teir vildu hava eitt "grønt flagg". Tað vóru Louis Zachariassen og Petur Mohr Dam, sum stríddust fyri tí núverandi flagginum. Ikki loysingarmenninir!

Eisini hatta hava Argemenn skrivað ùt úr søguni.

Tann desperati Magni Arge, sum ikki longri sleppur á flog, men febrilskt roynir at fáa danskarar til at leggja merki til sín, hann kann jú gera sum ein kendur partamaður hjá honum gjørdi á eini danskari ambassadu í síni tíð, har hann føldi seg yvirsæddan.

Hann leyp í nálastrípaðum altarsklædningi í ein svimjihyl í mannfjøld. Tá var onkur gestur, sum fekk eygað á tjóðveldismannin eina løtu. 

Magni kann helst finna sær nakrar infantilar journalistar, sum eru fúsir til at ævinliggera ta hendingina, at ein Argemaður loypir á bláman, t.d. á Longu Linju. So minnast fólk hann í eina stutta tíð. Tað er so ræðuliga møtimikið at vera viðgitin í øllum Føroyum og heilt anonymur, ignoreraður ella bara komiskur í Danmark.

Tí má gerast okkurt heilt radikalt og desperat, - jú tápuligari og ynkiligari, jú betri! -

Danskarar fáa undirhaldið; men føroyingar fáa skommina av Argedronginum.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo