Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Trý av børnunum hjá danska milliarderinum Anders Holch Povlsen eru millum tey dripnu á Sri Lanka, skrivar BT.

Povlsen er stjóri í klædnaketuni Bestseller AS, sum eigur millum annað Vero Moda og Jack & Jones. Hann er av Bloomberg mettur at vera ríkasti maður í Danmark við eini ogn á 41,6 milliardir krónur.

Familjan við fýra børnum helt frí á Sri Lanka.

Sjey sjálvmorðsbumbarar framdu seks av álopunum í gjár í Sri Lanka.

Tað vísa tekniskar kanningar sambært stjórnini í Sri Lanka, skrivar tíðindastovan AP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo