Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vágatíðindi

Vága Floghavn hevði í dag aftur vitjan av stórum flogfari frá danska flogfelagnum, DAT (Danish Air Transport).

Fyrstu ferð felagið vitjaði flogvøllin við einum av teirra stóru McDonnell Douglas flogførum var í samband við sólarmyrkingina í mars.

Hesaferð komu teir við einum MD-87 flogfari sum rúmar 130 ferðafólk og er 39,75 metrar langt.

Til samanberingar kann nevnast at A319 flogførini hjá Atlantic Airways eru umleið 34 metrar long.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo