Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Nógv informasjón frá internu dataskipanini hjá nazi-felagsskapinum Tann norðurlendska mótstøðurørslan er likin á netinum.

NRK hevur gjøgnumgingið partar av tilfarinum sum ikki vísa at nakar føroyingur er nevndur í tilfarinum.

VP spurdi ein av journalistunum í NRK, um nakar føroyingur var millum nøvnini, sum nú eru likin frá felagsskapinum út á netið, men sambært journalistinum, so er einki føroyskt navn at finna.

Nazifelagsskapurin Tann norðurlendska mótstøðurørslan hevur umfatandi aktivitet á alnetinum, við netavís, netútvarpi og nethandli.

Millum annað verður nethandilin brúktur til at breiða út propagandatilfar, og fyri at gjalæda limaskap til felagsskapin.

Tað er informasjón innanífrá hesum skipanum sum nú er likin út á netið.

Tað sum NRK hevur sæð higartil inniheldur yvirlit yvir norðmenn sum hava goldið sítt limagjald ella stuðla.

Í tilfarinum frá nethandlinum eru umleið 100 nøvn við norskari adressu.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann