- Eg gloymi aldri eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Vinna

Dátueftirlitið hevur sent hesa kunning út sum eisini er løgd út á heimasíðuna hjá Maskinmeistarafelagnum:

Dátueftirlitið er vorðið varugt við, at nýtsla av vakmyndatólum so at siga er vanlig umborð á føroyskum fiskiskipum. Eftirlitið metir tað tískil vera neyðugt at koma við hesum kunningarskrivi til føroysk reiðarí, manningarfeløg og onnur, soleiðis at allir áhugapartar hava møguleika at kenna mørkini fyri lógligari vakmyndatólsnýtslu.

Sambært reglu 5, kapittul VI, í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum E, sum hevur heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, er tað í ávísum førum krav, at tað eru vakmyndatól umborð á fiskiskipum, ið er 15 metrar og longri:

Hvor det ikke er teknisk muligt at sikre direkte udsyn fra skibets manøvreplads til alle arbejdspladser på vejrdækket, jf. regel 5.1, skal der monteres videoovervågning med et system, der er egnet til maritimt brug, og hvor placeringen af kameraet og monitoren er godkendt af Administrationen.

Endamálið við regluni er at tryggja, at tað frá brúnni altíð er møguligt at hava yvirlit yvir øll arbeiðspláss á opnum dekki. Reglan er sostatt grundað á atlitið til trygdina hjá arbeiðsfólki umborð á fiskiskipum.

Tað er Sjóvinnustýrið, ið varðar av lóg um trygd á sjónum, og tað er sostatt eisini Sjóvinnustýrið, sum í fyrstu atløgu ger av, hvørt eitt vakmyndatól kann sigast vera fevnt av regluni omanfyri. Givið er tó, at reglan bara fevnir um vakmyndatól á opnum dekki, staðsett soleiðis, at myndirnar í høvuðsheitum bara fevna um arbeiðspláss á hesum dekki.

Sambært § 2, stk. 3, í kunngerð nr. 124 frá 19. september 2011 er fráboðanarskylda, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar við vakmyndatóli; hetta til tess at Dátueftirlitið skal hava møguleika at meta um, hvørt tólini kunnu rúmast innan § 9, stk. 1, nr. 6, í persónsupplýsingarlógini, t.e. løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum.

Dátueftirlitið hevur tó tikið avgerð um, at í tann mun vakmyndatól greitt kunnu sigast vera fevnd av regluni omanfyri, er ikki neyðugt at senda eftirlitinum slíka fráboðan.

Fyri øll onnur vakmyndatól umborð á fiskiskipum er meginreglan um fráboðanarskyldu tó enn galdandi. Vakmyndatól kunnu fráboðast við at senda Dátueftirlitinum elektroniskt fráboðanarskjal, ið er at finna á hesi leinkju: dat.fo/documents/DC7F8072-9103-47F2-82D9-3B45802F27C5.pdf

Dátueftirlitið vil at enda nýta høvið til at gera greitt, at vakmyndatól bara kunnu verða brúkt til lóglig og saklig endamál, sbr. § 8, stk. 1, nr. 1-2, í persónsupplýsingarlógini, og at Dátueftirlitið ongantíð góðtekur, at vakmyndatól verða brúkt til at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti.

Víst verður í hesum sambandi til persónsupplýsingarlógarinnar § 30, har møguleikin hjá skrásettum at kæra til Dátueftirlitið verður staðfestur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo