Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Innlendis ítróttur

David Arge Galan er enn einaferð heimsmeistari í Kropsvenjing (mynd: egin/fb).

Heimsmeistarakapping í BodyBuilding hevur júst verið í Los Angeles í USA, og fyri aðruferð er tað havnarmaðurin David Arge Galan sum er farin við heiðrinum.

Í 2015 gjørdist David heimsmeistari í kappingini Mens Physique short class, sum felagsskapurin World Natural Bodybuilding federation skipaði fyri. Hann royndi seg aftur í 2016, og endaði tá á fimta plássi.

Hesaferð vann hann ikki bara sama titulinin aftur, men eisini eydnaðist honum at vinna tað tey kalla pro men's physique class.

22 fólk úr øllum heiminum vóru við í kappingini.

Kringvarpið gjørdi hetta innslagið við David í farna mánaða

David, sum dagliga starvast sum løgreglumaður í Havn, sigur, at tað er nógv og miðvíst arbeiði sum skal til fyri at náa tey úrslit, sum hann hevur nátt.

- Um onkur heldur, at eg eri komin hertil við at taka evni av ymsum slagi, so kunnu tey gott tað, men tað er ikki soleiðis tað er, sigur hann og leggur afturat, at luttakararnir verða kannaðir væl og virðiliga, og har er onki at koma eftir.

Vitja facebookvangan hjá David har eisini fleiri myndir eru at síggja

David og hjálparmaðurin Petur Samuelsen eftir kappingina í gjár (mynd: egin/fb).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo